23 ára gamli Eli Simonsen av Viðareiði hevur seinasta hálvt triðja árið búð í USA, har hann er tekur útbúgving í roknskapi og altjóða handli á lærdum háskúla í Arkansas.
Eli er eisini kendur sum fótbóltsspælari. Hann hevur spælt á ungdómslandsliðum og hevur umboðað KÍ og B68 í bestu deildini í Føroyum. Eisini spælir hann fótbólt við liðnum á universitetinum.
Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk knappliga hjartatrupulleikar.
- Tað kom burtur úr ongum. Eina náttina vaknaði eg og var illa fyri, hevði hjartabankan og var svimbul. Eg fekk hesi anføll nakrar ferðir, og tað vísti seg, at tað var ein trupulleiki í hjartanum, sum var orsøkin til hetta, greiðir Eli Simonsen frá.
Fyri trimum vikum síðani varð hann lagdur undir skurð fyri trupulleikarnar í hjartanum.
Í sendingini Rás2 Seinnapartur, sum er at hoyra frá kl. 13.00 í dag, ber til at hoyra samrøðu við Eli Simonsen, har hann greiðir meira frá hjartaoperatiónini.