Eli Falkvard Nielsen, sum í fjør var ein týdningarmikil partur av liðnum hjá B36, býr nú í Danmark, har hann er farin undir lesnað.
Men fótbóltinum hevur hann ikki slept heilt enn. Sambært Facebook síðuni hjá føroyingafelagnum, Vendsyssel FF, er Eli Falkvard Nielsen nevniliga á eykaliðnum hjá Vendsyssel, sum í dag spælir dyst móti Jammerbugt FC.
Eisini tveir aðrir føroyingar, René Shaki Joensen og Meinhard Olsen, byrja inni á liðnum hjá Vendsyssel í dag.
Dysturin hjá Vendsyssel byrjar nú klokkan 15:15 føroyska tíð.