Sunnudagin var tað avrátt á Sandi, at Eli Hentze skal hava ábyrgdina av Formula liðnum hjá B71 restina av hesum kappingarárinum. Tað visti B71 heimasíðan at siga. Har varð eisini upplýst, at Valdemar Nowicki, sum saman við Eli hevur havt ábyrgdina seinastu vikurnar, nú er hjálparvenjari.
Eli og Waldemar tóku ábyrgdina av B71 liðnum á seg, tá ið serbin Dusan Morkan fyri nøkrum vikum síðani gjørdi av at gevast á Sandi.
37 ára gamli Eli Hentze, sum hevur spælt á besta B71 liðnum síðani hann í 1986 var nóg gamal til vaksnamannafótbólt, hevur A venjaraprógv. Í 1997 røkti hann venjarastarvið í barndómsfelagnum.
Seinastu seks árini hevur Eli saman við Mathias Davidsen verið venjari hjá U-15 landsliðnum.