Eli biður farvæl

Einki stendur upp á spæl í Fuglafirði, har B71 fer at siga siga farvæl við Formula deildina og venjaran

Fótbóltur

 

ÍF fær í morgin vitjan av B71. Tað er greitt, at uppflytararnir í Fuglafirði fara at halda fram í bestu deildina, og at sandoyingar fara at flyta niður.

Merkisvert er tað, at Eli Hentze, venjarin hjá B71, fer at standa á odda fyri sínum liði fyri síðstu ferð. Mr. B71 hevur boðað frá, at hann ikki fer at halda fram sum venjari í barndómsfelagnum.

Eli er føddur 1. september í 1969 og sostatt 39 ára gamal. Hann kom á besta B71 liðið fyri 23 árum síðani, og í sigrum rakk hann longu tindin í 1989, tá ið B71 fyri fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini og vann FM.

Boð eru aðra staðni frá eftir onkrum av evnagóðu B71 spælarunum.

Hjá ÍF flytir Bartal Eliasen nú av landinum. Tað kann tó ikki avskrivast, at hann aftur verður at síggja í reyðu troyggjuni.