Eli í búnanum

Eli Hentze navnið var ikki á dómaraseðlinum sunnudagin. Tað var nýggj støða fyri B71 venjaran, sum í fjør var spælandi venjari. Eli Hentze, sum 1. september verður 39 ár, hevur spælt við besta B71 liðnum, síðani hann var 16.

- Eg var í spælarabúnanum, og eg tori at siga, at eg var eins sveittur og móður sum spælararnir. Talan er um nýggja støðu, og eg havi ikki ætlanir um at venda aftur til at spæla. Beinini megna ikki meiri. Nú skal eg venja meg við henda leiklutin, men sjálvandi spæli eg nógvar avleveringar og nógvar støður inni í høvdinum, meðan eg hyggi at og royni at uppmuntra ungu og ágrýtnu spælararnar, segði Eli Hentze eftir dystarlok í Runavík.