Eli: At vinna er 20.000 ferðir betri enn sjokoláta (FM1)

(FM1) Hoyr væl orðaða hjálparvenjaran hjá A-landsliðnum seta orð á eitt samanumtikið gott avrik í Andorra

##med2##

- At gerast pápi er nakað heilt serligt, at gerast abbi havi eg ikki roynt enn, men at vinna fótbóltsdystir er 20.000 ferðir betri enn sjokoláta. Tað heldur væl orðaði hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Eli Hentze.

Eli Hentze minnir okkum øll á hvar vit eru komin frá, og minnir okkum á, at tað er ikki gerandiskostur, at eitt føroyskt landslið vinnur tveir dystir á rað.

Eli er glaður fyri 1-0 Nations League sigurin á Andorra, og er samanumtikið nøgdur við avrikið, men venjaratoymið fekk fínjusterað ymiskt í steðginum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Eli Hentze á FM1 aftaná sigurin á Andorra. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá Klæminti A. Olsen, og hoyra Teit Joensen seta orð á málið. Hoyr eisini samrøðu við sigursmálskjúttan. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Hallur Hansson. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við debutantin, Jákup Biskopstø Andreasen. 

(Samrøða: Eli Hentze)