Eli: Í allar mátar øgiliga óheppið

U21-landsliðið hjá monnum hevur vant í Sørvági, tí Tórsvøllur var frystur - Dysturin í dag verður av ongum

U21-manslandsliðið í fótbólti hevur seinastu dagarnar verið savnað á Hotel Føroyum í fyrireikingum til dystin ímóti Norðurmakedónia, sum eftir ætlan skuldi verið leiktur í dag klokkan 17.00. Men Tórsvøllur var frystur, og dysturin var av ongum

Sí eisini

Landsdysturin avlýstur - Tórsvøllur frystur

In.fo kemur á gátt júst sum landsliðshópurin ger seg lidnan við seinasta fundin á hesum sinni, og tað eru vónsviknir menn, ið nú gera seg til reiðar at fara heim. Summir fara beint í bilar uttanfyri, meðan aðrir fara eftir viðførinum fyrst.

Hópurin og Eli Hentze, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum høvdu varhugan av støðuni.

Landsliðvenjarin sigur við in.fo, at fundurin var bara at taka samanum, boða leikarunum frá, at dysturin væntandi verður spældur í juni og so bara takka fyri ári og ynskja øllum tað besta.

Kundu heldur ikki venja á Tórsvølli.

- Ja hetta er ikki meira enn næstbest. Vit skuldu venja seinasta hóskvøld, men tá var frostur og tað hevur verið frostur síðani.

- Vit hava verið tvær ferðir á Tórsvølli hesar dagarnar, og tað hevur ikki borið til at vant, sigur venjarin, ið við góðari hjálp kundi venja hópin í Sørvági hesar dagarnar.

Hava vant í Sørvági

- Tíbetur hava fólk úr 07 Vestur verið so beinasom at hjálpt okkum, so vit sluppu at venja á vøllinum í Sørvági og brúka húsið og útgerð hjá teimum og tað eru vit sera takksom fyri – annars høvdu vit slett ikki vant, sigur Eli Hentze.

Hava fyrireka seg hóast vánalig sannlíkindi

- Hetta er upp á allar mátar øgiliga óheppið, sigur venjarin og greiðir frá, at óvissan um dysturin skuldi spælast hevði keðiliga ávirkan, men at okkurt kortini er komið burturúr.

- Vit hava roynt at brúkt tað jaligt, tekur Eli Hentze til og greiðir frá at hópurin skal læra at virka undir einum ávísum trýsti, og at hópurin hevur eisini fyrireikað seg at spæla dystin – hóast sannlíkindini ikki vóru góð fyri at tað var spælandi.

Mugu hugsa okkum um

Landsliðsvenjarin er kortini greiður um, at hetta má sleppast undan í framtíðini, og tað munnu leikararnir eisini halda:

- Eg haldi at leikararnir eru irriteraðir inn á fleiri viðurskifti. Vit kunnu ikki ráða yvir veðrinum, men tað eru kanska onkur viðurskifti, sum vit innanveggja mugu hugsa eitt lítið sindur um, so at slíkt ikki skal henda, sigur Eli Hentze at enda.

Spæla aftur í Føroyum í vár

Næstu dystirnir hjá U21-landsliðnum eru 26. og 31. mars ímóti ávikavist Spania og Montenegro - báðir skulu eftir ætlan leikast í Føroyum.

FSF skrivar á heimasíðu síni, at avlýsti dysturin ímóti Norðurmakedónia helst verður spældur í juni.