Eli aftur til 07 Vestur

Eli Falkvard Nielsen hevur eftir eitt ár í HB valt at skifta aftur til barndómsfelagið 07 Vestur.

 

Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt til uppflytarnar úr 07 Vestur. Piotr Krawkowski heldur fram sum venjari og Evrard Blé og Andras Gango eru komnir til, meðan Rógvi Egilstoft Nielsen hevur skifti til EB/Streym.

 

Nú er so enn ein prikkur í 07 Vestur spælinum komin upp á pláss. Tað er 20 ára gamli miðvallarin, Eli Falkvard Nielsen, sum hevur valt at leita aftur til 07 Vestur. Tað hevur ikki eydnast honum at vinna sær fast pláss á miðvøllinum hjá HB, og nú verður sterki miðvallarin at síggja í svørtu 07 Vestur troyggjuni aftur.

 

Mynd: Eli(t.v) í nærdysti við Leif Niclasen