Elfsborg á odda

Tað er nógv, sum bendir á, at leikluturin hjá HB í Intertoto verður, sum hann plagar at vera hjá føroyskum liðum.

Nú ein stórur hálvur tími er farin, er Elfsborg á odda 2-1, og svenska liðið hevur verið í fleiri vandamiklum støðum í HB brotsteiginum.

Í 26. minutti legði Elfsborg seg framum 2-1. Málskjútti var álopsspælarin Daniel Mobaeck. Hann plagar at vera verjuspælari, men í dag hevur hann fingið møguleikan í álopinum, og Daniel Mobaeck, sum hevur spælt fýra ferðir á svenska landsliðnum, hevur við 2-1 málinum tvífalda um sína úrtøku hjá Elfsborg. Hann hevur frammanundan bara skorað eina ferð áður.