Elfsborg kravdi vátan vøll

Í morgin verður ein søgulig løta. Fyrsti Intertoto-heimadysturin í fótbóltssøgu Føroya verður leiktur á graslíki. HB skal spæla ímóti svensku Elfsborg, sum liggja, sum nr. 2 í Allsvenskan - bestu svensku fótbóltsdeildini. Elfsborg spæla sjálvir á einum vølli - sum eisini er 4. ættarliðsgraslíki - á heimavølli í Borås. Kortini kravdi svenski hópurin, at ovari vøllur í Gundadali skuldi spulast, áðrenn teir fóru at venja á honum í dag. Tórshavnar Sløkkilið var til dystin fús, og talar nógv fyri, at vøllurin eisini verður spulaður áðrenn dystin, sum byrjar í morgin kl. 15.