Elframleiðslan fyrsta ársfjórðing í ár setti enn einaferð met

Eftirspurningurin eftir elorku økist støðugt og kom upp á knappar 129 GWt í fyrsta ársfjórðingi 2025. Hetta er sløk 4 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør

Av teimum 129 GWt vóru 78,8 GWt framleiddir úr burðardyggum orkukeldum, tað svarar til góð 61 prosent, meðan framleiðsla við olju var 39 prosent.

 

Sama tíðarskeið í fjør var burðardygga orkuframleiðslan smáar 88 GWt, sum svaraði til knapt 71 prosent grøn orka.

 

Við øðrum orðum er minni komið burtur úr grønu orkukeldunum higartil í ár enn í fjør.

 

 

 

- 61 prosent grøn orka er ikki einki, men í mun til í fjør er hetta ikki nøktandi, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. Minni er komið burtur úr øllum varandi orkukeldum í mun til sama tíðarskeið í fjør, og serliga er tað vatnorkuframleiðslan, sum er lægri enn í fjør. Hetta kemst partvís av, at tvey av okkara vatnorkuverkum eru óvirkin vegna umvælingar, og partvís av, at vit hava havt tíðarskeið við frostbinding í januar, og tá ber illa til at framleiða við vatnorku, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.

 

Vindorkuframleiðslan er lækkað úr góðum 44 GWt niður í smáar 43 GWt, svarandi til 33 prosent av samlaðu frameiðsluni, meðan vatnorkan stóð fyri 27 prosent. Somuleiðis er framleiðslan úr biogassi og sól lækkað í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør.

 

Meðan januar og mars hava roynst minni væl til grøna orku higartil í ár, var øðrvísið í februar, tá grøna orkuframleiðslan var smá 72 prosent. Í februar fekst meira burturúr vatnorkuni og serliga vindorkuni.

 

Vindmyllulundin í Neshaga, sum seinastu 3 árini hevur verið rakt av ymsum trupulleikum, herundir generatorfeilum, er nú liðugt dagførd, og hevur koyrt væl allan mars mánað. Fýra av myllunum hava fingið nýggjan generator, meðan generatorin í fimtu mylluni er umvældur í Onglandi.

 

 

 

Suðuroy

 

Eisini tá hugt verður at Suðuroy fyri seg, er minni komið burtúr grønu orkuframleiðsluni.

 

Hetta er tó beinleiðis orsakað av, at vatnorkuverkið í Botni er óvirkið vegna umvæling. Vindur og battaríir stóðu fyri knøppum 55 prosent av samlaðu elorkuframleiðsluni í Suðuroy fyrsta ársfjórðing í ár. Í fjør var grøna framleiðslan 72 prosent sama tíðarskeið.