Elferjur sigla við streyminum

Á myndini síggja vit Scandlines ferjurnar Tycho Brahe vinstrumegin og Aurora høgrumegin, sum sigla millum Helsingør í Svøríki og Helsingborg í Danmark.

 

Dieselmotorarnir verða sløktir, tá ferjan »Tycho Brahe« í juni aftur verður sett í nógv brúktu rutuna millum Helsingør og Helsingborg. Tá summarsesongin byrjar fer tann 8.814 tons tunga ferjan hjá HH Ferries at sigla við streymi frá vindmyllum og vatnorkuverkum í staðin fyri dieselolju. Hon er umbygd og hevur fingið battarískipan, so hon kann sigla við streymi heldur enn olju.