Elfelag keypir elbilar

Elfelagið SEV fær seinni í ár og fyrst í komandi ári tríggjar elbilar, sum felagið keypir til royndarkoyring í Føroyum.

SEV leigaði fyrst í hesum árinum tríggjar Citroën C1 elbilar til royndarkoyring í tríggjar mánaðir. Men nú hevur felagið tikið avgerð um at keypa tríggjar nýggjar elbilar. Talan er um tveir Peugeot Partner og ein Mitsubishi iMiev, sum verða keyptir frá føroysku bilasølunum Auto Service og Ivan Bilum.


Teir báðir Peugeot Partner koma til Føroya í november, meðan Mitsubishi iMiev verður her í januar. Ein Mitsubishi iMiev var í Føroyum í juni í fjør í sambandi við at samstarvsavtala varð undirskrivað millum SEV og Dong Energy um sokallaðu GRANA-verkætlanina.


Ætlanin er, at fyritøkur, stovnar og privatpersónar, ið vóru við í royndarkoyringini hjá SEV við teimum trimum Citroen-elbilunum fyrr í ár, eisini skulu fáa høvi at royna teir nýggju bilarnar. Møguleiki verður eisini hjá øðrum at tekna seg til eina royndarkoyring.


Elbilabólkurin hjá SEV, ið er skipaður sum liður í samstarvinum millum SEV og Dong Energy, stendur fyri føroyska partinum av hesi verkætlanini. Higartil hava fýra mans frá SEV mannað hendan bólkin, men nú hevur Jarðfeingi eisini fingið sæti í bólkinum.