Í hesum døgum er Wimbledon í Onglandi. Nakrar av stóru stjørnunum hava takkað fyri seg, so sum Serena Williams og Rafael Nadal, meðan ein rúgva av øðrum stjørnum sita á áskoðaraplássunum og hyggja. Tað er ein partur av siðinum til Wimbledon.
Finalan hjá kvinnum var í gjár. Her vann 23 ára gamla Elena Rybakina á Ons Jabeur. Finalan hevði fleiri sjónarhorn, tí Elena Rybakina er fyrsti Grand Slam vinnarin úr Kasakhstan, meðan tunesiska Ons Jabeur er fyrsti afrikanski spælarin, sum kemur í kvinnufinaluna.
Elena Rybakina vann 2-1 við settúrslitunum 3-6, 6-2 og 6-2. Í dag verður finalan hjá monnum. Hon er millum tveir umstríddar spælarar. Serbiski Novak Djokovic hevur verið ósamdur í serfrøðini við víðkjandi koronu, meðan avstralski Nick Kyrgios er tann ”Bad Boy”, sum altíð skeldast við dómarar, fyrireikarar og viðmerkjarar.
Novak Djokovic er stórfavorittur. Hann hevur vunnið 20 av 31 Grand Slam finalum, meðan Nick Kyrgios ikki hevur roynt at vunnið eina enn. Dysturin byrjar klokkan 14.