Elena Kagan í hægstarætt

Í USA hevur Barack Obama, forseti, gjørt av at tilnevna ríkisadvokatin Elena Kagan dómara í amerikanska hægstarætti.

Hon tekur við eftir John Paul Stevens, men fyrst skal Senatið góðkenna tilnevningina.

Tann 90 ára gamli John Paul Stevens kunngjørdi í síðsta mánað, at hann leggur frá sær.

Góðkennir Senatið Elena Kagan, er tað fyrstu ferð í næstan 40 ár, at hægstirættur fær ein dómara, sum ikki hevur arbeitt sum dómari fyrr. Elena Kagan hevur starvast á lærda Harward-háskúlanum, og hon var ráðgevi hjá Bill Clinton, tá hann var forseti.

Sleppur Elena Kagan ígjøgnum nálareygað hjá Senatinum, er hon tann fjórða kvinnan, sum er vorðin dómari í amerikanska hægstarætti.