Valbjørn Dalsgarð, sum eigur og rekur fyritøkuna, Sp/f VD, byggir Virknis-og Umlættingardepilin á Sandi. Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, arbeiða Valbjørn og hansara menn nú við at gera klárt til fundamentið, sum skal stoypast.
Teir eru lidnir at smíða elementini, og nú vóna teir, at líkindini fara at hátta sær so nøkulunda, soleiðis at fundamentið kann stoypast og bygningurin reisast, áðrenn langt umlíður.
Valbjørn Dalsgarð hevur keypt timbrið til depilin hjá Havnar Timburhandli, og elementini eru smíðað í byggihøllini hjá timburhandlinum á Hálsi.
Sp/f VD hevur alt arbeiði upp á depilin á Sandi, men fyritøkan hevur undirveitarar til ymiskar uppgávur, eitt nú til jørð-, lendis-og anlegsarbeiði, eins og hvs og el-arbeiði eisini verður gjørt av undirveitara.
Valbjørn sigur, at teir fara sjálvir at stoypa sokkulin, og tá hetta arbeiðið er liðugt, verða elementini sett upp. Elementini eru óbjálvað, men klødd á ytru síðuni, eins og vindeyguni eru sett í, áðrenn elementini verða sett upp.
Byggitíðin av Virknis-og Umlættingardeplinum á Sandi er sett til umleið eitt ár, soleiðis at depilin skal standa liðugur næsta summar. Tá sokkulin er stoyptur, er væntandi, at tað fer at taka umleið eina viku at reisa sjálvan bygningin.
Valbjørn Dalsgarð væntar, at tað fer at taka teimum einar fýra mánaðir at gera innrættingararbeiðið í bygninginum, sum verður umleið 480 fermetrar til støddar, allur í einari hædd.