Elektroniktænastan Delta fer í framtíðini at húsast í gamla Hotel Djurhuus yvir av Cafe Natúr á Áarvegnum. Í løtuni verður arbeitt við at umvæla og umbyggja húsini, sum Brandur í Dali eigur.
Brandur í Dali, eigari av Delta, sigur, at hann væntar at flyta inn í húsini um ólavsøkumundi, men enn er eitt sindur óvist.
? Húsini eru ógvuliga gomul, og tí skal mann vænta tað óvæntaða, sigur Brandur í Dali.
Klædningurin verður útskiftur, og onkrar broytingar verða gjørdar inni í húsunum, men ikki nakrar stórvegis broytingar, tí tað hevði verið synd at oyðilagt eini so gomul hús, heldur Brandur.
Einki handilsvindeyga
Partar av húsunum eru nærum 300 ára gamlir, sigur Jórun í Dali, arkitektur, ið tekur sær av umbyggingini. Tí sleppur eigarin ikki at broyta húsini, sum honum lystir.
Hetta hevur tó ikki verið nakar trupulleiki, tí Brandur í Dali sigur seg ikki hava havt ætlanir um at broyta húsini stórvegis. Húsini eru ikki friðað, men Fornminnissavnið hevur verið uppi í leikinum, og húsini eru eisini umfatað av eini býráðssamtykt, ið setir treytirnar við øll tey gomlu húsini úti á Reyni.
Brandur sigur, at tá fyritøka hansara Delta flytir oman í hesi hølini, fer hann at hava tvær ferðir so nógv gólvpláss til sítt virksemi við sølu og umvæling.
Handilin fer tó ikki at hava nakað veruligt handilsvindeyga, tí hesum forðar samtyktin fyri. Hinvegin heldur eigarin, at handilin nú liggur betur fyri enn áður, og tað er ein stórur fyrimunur.
Handil hevur altíð verið í teimum gomlu húsunum, so Brandur heldur lív í tí siðinum. Seinasta umbyggingin av húsunum var í 1901, tá tey fingu dagsins skap. Hinvegin er vegurin framvið húsunum hækkaður. Fyrr var niðasta hæddin yvir veghædd, men nú er vegurin niðanfyri kjallaran.










