- Útgerðin er totalt f**ked! Men tað ger lítið, tí fólkini harniðri [á gólvinum] eru so við uppá tað.
Nettie er eitt stórt smíl, meðan hon stutt greiðir frá kvøldinum og eisini DJ-fakinum. Okkurt hevur verið galið við útgerðini, soleiðis at hon ikki hevur kunnu mixað, sum hon plagar. DJanin varð »back to basics« – eitt lag á gangin.
Men hetta er undirordnað. Og tær løturnar yvirritaði var har, sá eg ongan á betonggólvinum, ið sá út til at finnast at dansitónleikinum.
Hetta tónleikaslagið er nærum ókent her á landi. Men í ár, og ikki yvirraskandi á G-festivalinum, sær mann tekin um um, at elektronica-sjangran ger ein lítla innrás. T.d. vísti The Ghost eisini í Grundini fríggjakvøldið sítt sera áhugaverda tilfar fram. Og Netty fortelur eisini:
– Tey hungra eftir onkrum ráum. Eg kendi meg eitt sindur ótrygga, byrjaði at blaða febrilskt ígjøgnum allan tónleikin hjá mær. So fann eg endiliga eitt lag hjá Guns ´n Roses! Eg hugsaði YES, hatta skal í onkustaðni innímillum, tá ið stemningurin á gólvinum fer eitt sindur niður.
Fyri havnamannin Høgna Magnussen, stovnarin av JamesJames, ið eisini løgdu løg á í Grundini, hevur bretski høvuðsstaðurin havt ein týðandi leiklut í hansara tónleikaligari menning.
- Internetið og London hava fingið meg av álvara inn á hendan tónleikastílin. Eg havi búð í eina tíð í London og av internetinum fái eg tónleikatilfar, sum eg brúki.










