Elektron og Sam~teld hava í dag gjørt av leggja virksemið hjá báðum feløgunum saman Í tíðindaskrivi verður sagt, at samanleggingin hevur til endamáls at styrkja fyritøkurnar til gagns fyri kundarnar
Samstarvið hjá Elektron og Samteld við kundarnar heldur fram sum vanligt eftir samanleggingina. Men málið er, at kundarnir skulu fáa uppaftur betri og fjølbroyttari tænastur frá samanløgdu fyritøkuni.
Samanleggingin er farin fram soleiðis, at Elektron hevur keypt øll partabrøvini í Sam~teld.
Undan samanleggingini starvaðust 70 fólk á Elektron og 15 fólk á Sam~teld. Við samanleggingini veksur talið á starvsfólkum sostatt upp í 85.
-Endamálið við samanleggingini er at skapa eina størri og effektivari fyritøku. Virksemið hjá Sam~teld hóskar væl til virksemið hjá Elektron. Vit veita ymiskum kundum nærum somu tænastur, og við samanleggingini fáa vit ein størri kundaskara og kunnu taka størri avbjóðingar upp á okkum, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron.
Sam~teld varð stovnað í 1985. Við 22 árum á baki hevur fyritøkan eins og Elektron nógvar og fjølbroyttar royndir í at menna skipanir og veita tøkniligar tænastur. Stjórin á Sam~teld, Kjartan Thomassen, sigur:
-Við samanleggingini fara vit at fáa eina fyritøku, ið við fleiri starvsfólkum og breiðari vitan fer at kunna lyfta størri uppgávur í kappingini við útlendskar fyritøkur. Vit fara eisini at kunna bjóða fjølbroyttari og tryggari tænastur, enn fyritøkurnar kunnu bjóða hvør sær.










