Elektron-málið í rættinum

Norsku myndugleikarnir umhugsa at endurskoða málið um russiska trolaran "Elektron", sum rýmdi undan norsku sjóverjuni í fjør við tveimum norskum eftirlitsmonnum umborð.

Í Russlandi er skiparin á "Elektron" ákærdur fyri ólógligan fiskiskap og fyri at hava tikið teir báðar norðmenninar við sær í russiskan sjógv. Nú umhugsa norsku myndugleikarnir, hvussu norska ákæruvaldið skal avgreiða málið. Tann spurningurin fær serliga áhuga, um skiparin verður fríkendur í Russlandi.