Tað vóru formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, og varastjórin í Elektron, Richard Mortensen, sum skrivaðu undir stuðulssáttmálan, sum er galdandi fyri eitt ár. Tað vil siga, at hetta kappingarárið fer besta mansliðið hjá B36 at spæla við Elektron á bringuni.
– Fyri okkum er hetta eitt gylt høvi at gera okkara fyritøku meira sjónliga í almenna rúminum, har vit annars ikki hava verið so nógv frammi, tí vit kanska meira eru kend sum KT- veitarin hjá peningastovnunum og tí almenna. Men vit eru fjølbroyttari enn so, og tað vilja vit nú eisini gera vart við, sigur Richard Mortensen, varastjóri í Elektron.
– Við sínum unga og evnaríka hópi hevur B36 eitt avbjóðandi og spennandi kappingarár fyri framman, og Elektron ynskir við hesum høvuðssáttmálanum at stuðla B36 í at røkka sínum málum.
Somuleiðis fegnast formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, um nýggja sáttmálan við Elektron sum høvuðsstuðul:
– At reka B36, sum er millum størstu ítróttarfeløg í Føroyum, krevur eina fíggjarliga orku, sum Elektron nú er við til at styrkja. Tað merkir eisini, at vit standa sterkari í royndunum at røkka okkara ítróttarligu málum, sigur B36-formaðurin.