Frá at hava verið veitari fyri nakrar fáar føroyskar bankar skal Elektron nú vera veitari fyri yvir 100 útlendskar bankar
Elektron flytur stóran part av virkseminum av landinum. Við at keypa lidnar KT-loysnir og lata útlendska fyritøku standa fyri einum parti av rakstrinum, broytir Elektron sítt virksemi. Orsøkin er, at føroysku peningastovnarnir hava fingið alsamt fleiri altjóða kundar, sum krevja meiri.
-Vit merkja jú globaliseringina, serliga á peningaøkinum - teir krevja alsamt meira. Higartil hava vit framleitt næstan allar peningaskipaninar hjá føroyskum peningastovnum. Í framtíðini fara vit at keypa tænastur og rakstur frá øðrum, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, við Kringvarpið.
Elektron hevur í fleiri ár samstarva við donsku KT-fyritøkurnar Bankernes EDB Central og við Skandinavisk Datacenter. Nýggja samstarvið, sum talan er um, verður við aðra av hesum fyritøkunum.










