Elektron, Fíggjarmálaráðið og Útvarpið

Finnur Helmsdal, tingmaður

Setti her fyri Bárði Nielsen, landsstýrismanni ein fyrispurning um Elektron. Hesin snúði seg í stutt um, at eg bað landsstýrismannin greiða frá, hvørji atlit hann hevði tikið ella ætlaði at taka, nú landsins partur í Elektron skal einskiljast. M.a varð spurt um, hvussu landsstýrismaðurin ætlaði at tryggja, at persónsupplýsingar o.a., sum Elektron handfer ídag, framvegis verða handfarnir í tryggum umhvørvi. Í hesum lá sjálvsagt eisini, hvussu landsstýrismaðurin fór at tryggja sær, at tænastan, sum Elektron veitir í dag, framvegis verður veitt. Í hesum liggur eisini spurningurin um prís á tænastuni, sum í dag er sera lagaligur og kemur bæði landi og privatum stak væl við.
Men hvat ger landsstýrismaðurin. Jú, hann setir onkran juppi at svara fyrispurninginum, hesin slær upp á síðu 137 í onkrari skúlabók og lurtar annars eftir teimum liberalistu vinnulívsfólkunum, sum skýra Elektron sum vardan verkstað og fossila fyritøku. Og svarið er hareftir. Arrogant, fylt við liberalistiskum jargongið og ein óbúgvin slutur fyri ein slatur. Svarið prógvaði bara eitt, og tað er at svararin ikki er førur fyri at reflektera fyri fimm oyra.
Eg spurdi ikki, um vit hava lóggávu, sum skal eitast at tryggja slíkt virksemi. Haldi eg veit meira enn svararin um hesi viðurskifti, bæði her og aðrastaðni. Eg segði ikki, at landi skuldi tryggja trygdina á Elektron við at eiga nøkur partabrøv. Eg segði heldur ikki, at eg var ímóti, at Elektron skuldi einskiljast.
Tað, sum eg vildi við fyrispurninginum, var at spyrja landsstýrismannin um, hvussu hann ætlaði at tryggja sær, at vit fram vegis fara at hava eina eins góða, og eins trygga og kanska eisini eina bíliga tænastu, sum Elektron veitir ídag.
Um Elektron bara verður selt soleiðis uttan at fyrilit verða tikin, kann hugsast, at ein møguligur keypari býtur fyritøkuna upp, raðfestir eftir, hvussu viðkomandi metir inntøkumøguleikarnir fara at verða. Eg spurdi m.a. hvussu landssstýrismaðurin tryggjaði seg móti slíkum.
Fari við hesum at átala harðliga, bæði mátanum svarað er uppá, bæði frekt og jánkaslig og tí, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður fer í tingið við ein slíkum svari. Viðkomandi, sum svarað hevur, prógvar bert eitt, at spurningurin als ikki er skiltur, og at evnini at reflektera ikki er serliga góð. Við at lata eitt slíkt svar fara ígjøgnum og á tingborð, gevur landsstýrismaðurin sínum starvsfólkum beinleiðis loyvi til at gera gjøldur burtur úr tingskipanini.
Hvat ger Ùtvarpið
Og hvat ger Útvarpið fríggjamorgunin tann 24. mars? Jú, teir lesa kritikkleyst upp úr skrivaða svarinum. Teir siga einki frá orðaskiftinum, sum stóðst av, at fyrispurningurin varð svaraður í tinginum. Hevði Útvarpið ómakað sær at lurta, so høvdu teir hoyrt, at tingmenn hartaðu Bárð Nielsen fyri mátan, fyrispurnimgurin varð svaraður, og somuleiðis fyri innihaldið í svarinum. Teir báðir Kristian Magnussen og Torbjørn Jacobsen góvu sítt góða íkast í orðaskiftið, og var ikki sørt at landsstýrismaðurin skifti tóna og orð. Og var eg ikki so bangin fyri lagnuni hjá Elektron eftir orðaskiftið, sum frammanundan. Men var tað ikki teksturin, sum uggaði, men tað sum landsstýrismnaðurin segði undir orðaskiftinum.
Tað er spell at ein fjølmiðil skal fara so lætt um tað, sum veruliga fer fram. Tað er spell, at ein fjølmiðil skal viðgera eitt so týdningarmikið mál so grunt og ókritiskt. Minsta mark er, at Útvarpið gevur sær stundir til at lurta eftir orðaskiftinum, um teir skulu viðgera ein fyrispurning frá einum tingmanni til ein landsstýrismann.
Fari við hesum at átala mátan Útvarp Føroya viðgjørdi fyrispurning mín um Elektron, og loyvi mær at vísa á, at tað er júst slíkur arbeiðsháttur sum ger, at líkasæla og vantandi vitan er meginreglan heldur enn undantakið.