Elektriskur hýruvognur

Volkswagen frumsýndu herfyri konseptbilin VW Milano, sum er ein elektriskur hýruvognur, ið koyrir 300 km upp á eina løðing.

Konseptbilurin VW Milano Taxi Concept er ein sensatión í bilheiminum, við tað at hann er bygdur eftir sama konsepti sum teir kendu London Taxi men í modernaðum stíli við 116 hk elmotori.


Bilurin er lakkeraður í sama liti sum hýruvognarnir í Milano, grønur og svartur. Hugskotið við bilinum er, at hann skal kunna fáast í teimum litunum, sum eyðkenna hýruvognarnar í teimum ymisku býunum kring um í heiminum sum t.d. Berlin, New York , Beijing, Cape Town, London, Moskva ella Tokyo.


VW Milano hevur elmotor við 116 hk og koyrir 300 km upp á eina løðing. Batteríini eru í botninum á bilinum. Hann hevur síðuhurð høgrumegin aftan og er sera lættur at koma inn og út úr. Pláss er til viðførið við síðuna av bilføraranum framman eins og í teimum kendu London Taxi.


Bilurin, sum er bygdur yvir undirvognin á nýggja VW Polo, varð herfyri sýndur fram á framsýningini Hannover Trade Show í Týsklandi. Tað er kendi designstjórin hjá VW-konsernini Walter de Silva, sum hevur designað bilin.