Elduvíkarardagur

Leygardagin 29. apríl verður áhugaverdur og hugnaligur dagur í Elduvík.

Dagurin byrjar kl. 11 í skúlanum, har til ber at hoyra søguna um Elduvík og marmennilin. Frásøgufólkini, Dánjal Martin, Anfinn, Kaj og Eleina stíla fyri einum túri runt bygdina og greiða frá søgnini og standmyndini, ið Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Kaffi og vafla verða at fáa í skúlanum aftan á túrin. Kostnaður er 50 kr. Hesin túrur verður eisini kl. 14.00-14.30.

 

##med2##


kl. 13.00 verður konsert og upplestur í kirkjuni í Elduvík. Marjun Syderbø Kjelnæs lesur yrkingar úr yrkingasavninum ‘Karmageitin’ og Guðrið Hansdóttir framførir. Yrkingasavnið 'Karmageitin', sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað, varð givið út í 2022 av Ungu Føroyum. 'Karmageitin' er tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2023.

 

Í 2022 gav Guðrið út eina nýggja, áhugaverda útgávu, “Gult myrkur”. Útgávan er eitt samstarv við yrkjaran Lív Mariu Róadóttur Jæger, sum hevur skrivað allar tekstirnar, ið eru á føroyskum. Løgini eru innilig, hugvekjandi og vónrík. Tiltakið varar gott og væl eina tíma.

 

Sum áður nevnt verður aftur ein túrur við staðbundnum ferðaleiðara í bygdini, har høvi verður at hoyra søguna um marmennilin og Elduvík.

 

##med3##


kl. 14.30 byrjar gongutúrurin um Líðina. Ferðaleiðari er Poul Johannes Reyná, bóndi. Túrurin til Oyndarfjarðar tekur á leið hálvan annan tíma.

 

Heimablídni í Elduvík hevur opið allan dagin. Tað verður heimabakað smyrjibreyð við føroyskum viðskera, kaka, kaffi og te til keyps. Fastur prísur 150 kr fyri hvønn. Elduvíkardagurin er ein partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri kunning um øll tiltøkini á mentanarvikan.fo

 

##med4##