Elduvík er sambandsbygd

Við seinasta fólkatingsval fingu bert tríggir flokkar atkvøður úr Elduvík.

- Elduvík er sambandsbygd burturav. Hetta prógvaði eisini seinasta fólkatingsval, sigur Dánjal Martin Hansen, formaður í valstýrinum.

Við valið í 2005 fekk fólkaflokkurin eina atkvøðu, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fingu sjey í part. Hinir flokkarnir fingu onga atkvøðu.

Tá elduvíkingar fóru á val í gjár var myndin broytt eitt sindur. Hesaferð fingu allir flokkar uttan Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin atkvøður.

Býtið var soleiðis, at fólkaflokkurin fekk tríggjar, sambandsflokkurin seks, javnaðarflokkurin sjey og miðflokkurin eina.

Av teimum 24 veljarunum vóru 17 teirra á vali. Hetta svarar til 70,8 %