Eldurin sløknaður

Nú er einki at síggja til eldin umborð á DFDS-ferjuni Lisco Gloria, og danska sjóverjan heldur tí, at eldurin er sløknaður. Seinni í dag fara niðurlendskir roykkavarar umborð á ferjuna at kanna umstøðurnar. Í fyrra lagi skulu teir fáa staðfest, at eldurin er sløknaður, og er hann tað, skulu niðurlendingarnir tøma skipið fyri sjógv, sum hjálparskip hava sprænt umborð fyri at basa eldinum.

Danir hava sent umhvørvisskip á leiðina, men fyribils er einki, sum bendir á, at nøkur olja er likin úr skipinum. Sjóverjan heldur, at eldurin hevur ikki gjørt skaða niðan fyri vatngangin.

Øll tey 236 fólkini, sum vóru umborð á Lisco Gloria, vórðu bjargað, tá eldur kom í skipið á midnátt fyrrakvøldið. Ferðafólk hava seinni greitt frá, at tey hoyrdu spreingingar, áðrenn eldurin kyknaði.

Lisco Gloria er skrásett í Litava, men DFDS eigur reiðaríið.