Eldurin kyknaði í úthúsinum

Løgreglan er nú liðug við kanningarnar av eldsbrunanum í Jørundargøtu í Hoyvík farna leygardag, og staðfest er, at eldurin kyknaði í einum úthúsi tætt upp at høvuðshúsinum

Seinasta leygarmorgun var stórur eldur í einum raðhúsum í Jørundargøtu í Hoyvík. Trý fólk vóru í húsinum, tá ið eldurin kyknaði, men tey sluppu tíbetur út í øllum góðum. So at siga alt er brent innan úr húsinum.

 

Einki galið tekniskt

Løgreglan er nú liðug við sínar kanningar, og Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at man kann staðfesta, at eldurin er kyknaður í einum úthús aftan fyri høvuðshúsini.

- Vit vita, einki tekniskt hevur verið galið, og vit kunnu við vissu siga, at eldurin er kyknaður í einum komfýri, sum stendur í úthúsinum. Eftir øllum at døma hava ein ella tvær plátur á tí komfýrinum verið tendraðar, og tað hevur so elvt til eldin, sigur Andras Marr Poulsen.

Eldurin hevur síðani spreitt seg frá úthúsinum inn undir takið í høvuðshúsinum.

- Hví ein ella tvær plátur hava verið tendraðar, og um okkurt hevur ligið omaná plátunum, vita vit ikki. Men kanska hevur okkurt barn spælt við komfýrinum. Hann var ikki í brúk annars, sigur Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur.