Eldurin í KB-høllini sløktur

Tað eydnaðist seinnapartin sløkkiliðnum at basa eldinum, sum kyknaði í teirri stóru KB-høllini í Keypmannahavn tíðliga í morgun. Samstundis hava serfrøðingar staðfest, at bygningurin er ikki so illa farin, at tað er vandi fyri, at hann skal detta niður.

Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at 12 fólk svóvu í høllini síðstu nátt, og at fleiri teirra eru avhoyrd. Nøkur av teimum 12 vórðu flutt á sjúkrahús til kanningar í morgun.

Serfrøðingar eru farnir undir at kanna, hví eldur kom í ta kendu høllina í morgun. Tað var ein maður, sum kom til arbeiðis í høllini klokkan hálvgum fimm, sum varnaðist eldin. Hann vakti fyrst tey 12, sum svóvu har, og boðaði síðani myndugleikunum frá, skrivar Ritzau.