Enn er ikki greitt, hví eldur kom í eini sethús á Víkavegnum í Klaksvík fyrrapartin sunnudagin. Tað var, tá fólkini, sum búgva í húsunum, vóru á veg út, at tey varnaðust, at eldur var í niðaru hæddini.
Løgreglan í norðurøkinum sigur, at tey enn ikki vita, hvør orsøkin til eldin er.
- Mikudagin koma løgreglufólk úr Havn, sum hava kunnleika til slíkar eldar, norður til Klaksvíkar at kanna sethúsini og at leita eftir orsøkini.
Í løtuni er ómøguligt at siga, um tað fer at eydnast serfrøðingum hjá løgregluni at staðfesta orsøkina.
Tað eydnaðist sløkkiliðnum at basa eldinum í sethúsunum í Klaksvík.