Eldur
Tá eldur kom í seismikkskipið í norskum sjógvi í síðstu viku, tók Thor Provider hjá Thor í Hósvík, sum var fylgiskip hjá Atlantic Explorer, meginpartin av manningini umborð.
Eftir umborð á seismikkskipinum var trygdarmanningin, sum basti eldinum.
Sambært FiskeribladetFiskaren fer Atlantic Explorer úr Troms í dag og byrjar ætlandi at skjóta seismikk aftur í komandi viku.
Tað er norska oljuumsitingin, sum er í holt við at savna inn tað, sum rópt verður 3D-seismikk í Troms II.
Seismiska savningin av data skuldi ætlandi byrja 24. juni, men mátti útsetast orsakað av eldinum umborð á Atlantic Explorer, ið skuldi skjóta seismikkin.
Nú hevur oljuumsitingin í Noregi fingið at vita, at eldskaðarnir eru minni umfatandi enn hildið. Hetta merkir, at Atlantic Explorer byrjar aftur sítt virksemið fyrst í juli, og síðan verður hesin parturin av verkætlanini liðugur 31. juli.
Thor Provider er chartrað av altjóða seismikkfelagnum PGS, sum ger seismiskar kanningar við Atlantic Explorer.