Thor boðar frá, at eldurin framvegis er so ógvusligur umborð á Athenu, at skipið liggur mannleyst. Athena kom til Falmouth seint í gjár, og manningin, sum var eftir umborð, varð tikin í land og kannað á Royal Cornwall Hospital. Teir 13 meninir vóru á sjúkrahúsinum um náttina, tí teir høvdu andað royk niður í seg. Allir eru tó útskrivaðir í morgun.
Eldurin kyknaði av álvara upp aftur í gjárkvøldið, og sløkkiliðsmenn, servandir til maritima eldsløkking, royndu at basa eldinum, men tað eydnaðist ikki.
- Eitt stórt útlát av kolsúrevni kom onkunstaðni frá umborð á skipinum, og sløkkiliðsleiðarin gjørdi av at taka alt fólkið av skipinum aftur, sigur Martin Bidmead, talsmaður fyri Falmouth Coastguard.
Athena hevur onga motormegi longur, tí hitin frá eldinum hevur gjørt um seg í maskinrúminum.
Eldurin kyknaði í rúminum, har pakkitilfarið varð goymt, og 650.000 eskjur eru farnar upp í royk.
Athena liggur í løtuni í Falmouth Bay nakað út frá landi.










