Nú gongur væl við sløkkiarbeiðnum á Tvøroyri, har stóreldur hevur verið á Varðanum.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur við Kringvarpið, at sløkkiliðsfólk og skip sproyta vatn á bygningin, og nú er eldurin við at verða køvdur.
Trý skip er við í sløkkiarbeiðnum. Tey eru vaktarskipini Brimil og Tjaldrið, og eisini Samson, sum skipasmiðjan MEST eigur, er komin suður at luttaka í sløkkingini.
Eisini eru brandbilar komnir úr Havn og av flogvøllinum suður.
- Virkið er illa brent, og takið, sum vendir út móti sjónum, stendur nú til at rapa, sigur Jón Klein Olsen.
Hann kann framvegis ikki siga nakað um, nær tvøráfólk sleppa heimaftur.
- Fyrst mugu vit kanna, hvussu nógv ammoniak er likið út, og hvussu tað hevur ávirkað umhvørvið, sigur Jón Klein Olsen.
Politiið hevur saman við umboðum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Umhvørvisstovuni, Strandferðsluni, Heilsu- og Innlendismálaráðnum og Fiskimálaráðnum gjørt ein kreppubólk, sum fylgir við gongdini á Tvøroyri, metir um støðuna og kemur við tilráðingum, so hvørt sum støðan broytist.