Eldurin byrjaði við komfýrin

Eini sethús á Norðskála brunnu í grund fríggjadagin. Eftir øllum at døma er onkur komin undir knøttin til eina plátu á komfýrinum, sum síðani hevur fest í

SVEINUR TRÓNDARSON

Tað var eftir øllum at døma ein pláta á komfýrinum, sum festi í tilfar, sum eigaramaðurin hevði lagt í so nær plátuni. Tá løgreglan og sløkkiliðið fekk boðini hevði eldurin fingið fastatøkur og húsini stóðu ikki til at bjarga.

Tað var beint áðrenn klokkan eitt fríggjadagin, at løgreglan fekk boð um, at tað brann í einum sethúsum á Norðskála.

Løgreglan og sløkkilið fóru beina leið á staðið, men tá løgreglan kom til Norðskála, var einki at gera. Húsini stóðu í ljósum loga, og tjúkkur svartur roykur stóð úr teimum. Sløkkilið royndi alt sum teir vóru mentir, men teir fingu ikki forða fyri, at alt brann innanúr húsunum.

Av løgreglustøðini í Runavík frætta vit, at orsøkin til eldin eftir øllum at døma var, at maðurin, sum hevði rudda í húsunum, var komin undir komfýrin. - Tað er ikki óhugsandi, at hann óviljaður hevur tendrað eina plátu, sum síðani hevur fest í tilfari, sum hann ruddaði upp. Nakað av tí tilfarinum hevur ligið ov nær plátuni, og vit meta, at tað er soleiðis, at eldurin hevur fest í, sigur vakthavandi á støðini í Runavík.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður