Tjúkkur, svartur roykur legði seg fyri løtu síðani yvir Havnina, tá eldur kom í ein viðheftisvogn niðri í Vágsbotni.
Tað var ein av viðheftisvognunum hjá RIB62, ið felagið brúkar sum skrivstovu og goymslu, tá skipað verður fyri ferðum við bátunum.
Løgreglan og sløkkiliðið vóru skjót á staðnum, og royna í løtuni at basa eldinum.










