Eldur í við barnagarð

Vildi illa til, so kundi eldur verið komin í Barnagarðin við Velbastaðvegin sunnunáttina. Eldur var í einum ruskílæti, men tíbetur fekk eldurin ikki fatur í klædningin

Tað var um tvey tíðina sunnumorgunin, at alarmsentralurin fekk boð um, at eldur var í einum ruskílæti við Velbastaðvegin í Havn. Ruskílæti stendur við Barnagarðin við Velbastaðvegin, og vildi illa til, so festi eldurín í bygningin eisini.

So illa var nú kortini ikki statt. Tað eydnaðist at sløkkja eldin áðrenn, og tað var gott, tí sambært vakthavandi á støðini í Havn, so kundi stórskaði staðist av.

Sum skilst so er eldurin í ruskílætinum helst ásettur. Vakthavandi sigur, at tey hava frætt um 12 til 14 ára gomul ungfólk, sum hava verið í økinum beint frammanundan, men at tað kortini ikki hevur eydnast løgregluni at finna tey.

- Tí ber ikki til at siga, um tað eru tey ella ikki. Hinvegin kann talan eisini vera um, at onkur ? av ósketni ? hevur tveitt onkra glóð niður í ruskílæti, og so eru tað ikki tey ungu, sum hava ábyrgdina, sigur vakthavandi.