Eldur í Vesturland - øll manningin er bjargað

Vesturland rekur nú fyri vág og vind, men Brimil er á veg eftir skipinum

Um 12 tíðina í dag boðaði garnaskipið, Vesturland, frá, at eldur var í frammi undir bakkanum.

 

Vesturland var staddur á Føroya Banka, tá ið boðini komu. Tað var ikki verandi har frammi í skipinum og øll manningin, sum taldi 10, savnaðist uppi á brúnni.

 

MRCC sigur, at Tyrlan, Brimil og danska sjóverjuskipið, Vædderen, fingu boð um at fara á staði, og somuleiðis Tróndur í Gøtu, Niels Pauli og Steintór, sum vóru nærmastu skipini. Bæði Brimil og Vædderen høvdu fleiri tímar at sigla.

 

Tað vóru vánalig líkindi hjá tyrluni at fara úr Vágum, men hon slapp tó avstað og hon hevði umleið 40 min at flúgva. Tyrlan fekk so alla manningina av Vesturland, tann seinasti, sum var skiparin, varð tikin av Vesturland klokkan 14.10 og tyrlan lendi so við Landssjúkrahúsið  við manningini klokkan 14.40

 

Manningin er væl fyri, men onkrir hava fingið royk í seg og skulu á LS til kanningar

 

MRCC sigur, at Vesturland liggur nú og rekur fyri vág og vind, men bæði Vædderen og Brimil eru á veg til skipið.