Eldur í Vestmanna

Í morgun var eldur í gamla timburhandlinum inni á Fjørð í Vestmanna Klokkan var farin av níggju í morgun, tá ið boðað var frá eldinum. Eingin sá nakran eld, men tað reyk illa.

Ein maður hevur leigað ein part av høllini, har hann hevur ein minni træverkstað.

Hesin maðurin var til arbeiðis í morgun. Hann var farin frá eina løtu, og beint tá sóu fólk roykin.

Eldurin varð sløktur eftir 20 minuttum, men enn ber ikki til at fáa at vita, hvussu stórur skaðin er.

Í høllini stóðu eisini fleiri kappróðrarbátar.