Eldur í vaskimaskinu

Á miðdegi í dag varð alt eldsløkkingar- apparatið í Havn sett í sving tí boðað var frá eldi í einum sethúsum.
Tað vísti seg, at tað var í eini tendraðari vaskimaskinum, at eldurin var kyknaður og hann var skjótt sløktur, sigur Annfinn Reinert, innsatsleiðari í sløkkiliðnum.
Húsfólkið var inni og varnaðist eldin rættiliga tíðliga, áðrenn hann fekk gjørt nakað serligt um seg, og fekk sent boð eftir løgregluni.
Eldskaðin er at kalla ongin uttan tað, at vaskimaskinan fór fyri skeytið.
Men eldurin elvdi til nakað av royki sum fór um húsið og hann hevur elvt til nakað av skaða.