Fólk hvukku við, tá brandbilar, sjúkrabilar og politibilar floymdu oman á Bursartanga. Orsøkin var, at eldur var í Rituni - men tíbetur var bert talan um venjing Jólini eru gleðistíð, men tíverri eisini tíðin, tá vanlukkur ikki eru óvanligar. Og fleiri mundu hugsa tan vegin, tá fleiri brandbilar, sjúkrabilar og politibilar stutt fyri klokkan 13.30 í dag við útrykningi og miklari ferð stevndu oman á Bursatanga.
Skjótt frættist, at eldur var í umborð á Rituni, og dramatiskt sá tað eisini út, tá Ritan kom inn av bryggju. Eini hálvthundrað ferðafólk stóðu á dekkinum, øll ílatin bjargingarvest. Teirra millum eini 10-15 børn.
Eitt sindur av royki kom upp úr salongini, men tað sást beinanvegin á øllum brøgdum, at har var eingin vandi á ferð. Fyri tað fyrsta vóru ferðafólkini óvanliga rólig, og harnæst hevði løgreglan ikki ómakað sær at sperra Bursatanga av.
Tosað hevur verið í fleiri ár um at hava eina venjing, sum involveraði Rituna, og nú sær so endiliga út til, at hetta eydnaðist. Hvussu so fyriskipararnir sjálvir eftirmeta venjingina fæst meiri at vita um seinni