Løgreglutíðindi
Í bingjuni er ein blásari, ið blæsir heita luft til tess at turka hoyggið. Hoyggið hevur sum skilst ligið ov nær við blásaran, og soleiðis er eldur komin í. Sløkkiliðið fekk skjótt bast eldinum.
Hesin blásarin er oyðilagdur, og tað mesta av hoygginum er farið fyri skeyti, men bingjan kann nýtast aftur, greiðir løgreglan frá.
Sunnumorgunin var eisini ein fráboðan um eld í einum persónbili í Klaksvík, men hetta vísti seg at ikki at passa, tá sløkkiliðið kom á staðið.