Eldur í trolara við Antarktis

Tríggir av manningini doyðu í gjár, tá eldur kyknaði umborð á einum suðurkoreonskum trolara, sum var til fiskiskap suðuri í Rosshavinum við Antarktis.

Tann 51 metrar langi trolarin, sum eitur Jeong Wong, var staddur knappar 2.000 fjórðingar sunnan fyri Ný Sæland, tá eldur kom í. Tíðindastovurnar skriva, at tveir av manningini eru ikki komnir afturíaftur aftan á eldin, og at minst sjey mans hava fingið skaða.

Tveir suðurkoreanskir trolarar og eitt amerikanskt rannsóknarskip eru á veg til trolaran, men sagt verður, nógvur mjørki darvar teimum.