Tað er eldur í einum russiskum trolara, ið liggur í Kollafirði Talan er ikki um heilt stóran eld, men í tíðindunum á Rás 2 kom fram, at eldur er í ovara dekkinum, og hann hevur spreitt seg út gjøgnum nøkur av kúgvaeygunum. Tað er eftir øllum at døma so mikið trygt at vera umborð, at nakrir av russisku manningini hjálpa Tórshavnar sløkkiliðið at halda tamarhald á eldinum.
Talan er um hvítan royk, ið kemur upp frá skipinum, so vitni á staðnum meta, at fult tamarhald er á eldsbrunanum, hóast tað enn ríkur illa.










