Eldur í transformatori á Norðasta Horni

Steymurin fór í stórum parti av vesturbýnum í Havn fyrr í kvøld. Orsøkin var, at eldur var komin í ein transformator, sum stendur í Granagøtu á Norðasta Horni. Sløkkibilar og politi fóru á staðið. Tamarhald er nú á støðuni. Stór megi er upp á spæl, so tað var um at vera ansin, sigur vakthavandi á politistøðini. Ein transformator av hesum slagi umskipar hástreym til vanligan húsarhaldsstreym.

Nakrar minuttir seinni fingu partar av vesturbýnum streymin aftur, men tey á Norðasta Horni mistu streymin til umleið á midnátt. Leyst samband í transformatorinum var orsøk til eldin.

Myndir: Jan Müller