Eldur í Smyril Blue Water

Tíðliga í morgun hevði eldur fest í bygningin hjá Smyril Blue Water á keiini. Brandmenn fingu tó skjótt tamarhald á støðuni Tað var stutt fyri klokkan 5.30 í morgun, at ansingarfelagið Ansni boðaði frá eldi í bygninginum hjá Smyril Blue Water á keiini í Havn.

Sløkkiliðið varð beinanvegin boðsent, og var stutt eftir á staðnum.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan helst er um, at eldurin er kyknaður í kaffistovuni í bygninginum, og at orsøkin til eldin nú verður kannað av servandum politistum.

Enn dugdi vakthavandi ikki at siga nakað um eldsorsøkina, men í løtuni er illgruni til elleidningar edlla elinstallatiónir í kaffistovuni.

Vakthavandi dugdi heldur ikki at siga, um vørur høvdu fingið skaða.

Av Smyril Blue Water verður sagt, at telefonirnar virka ikki orsakað aav eldinum, men fólk kunnu fáa fatur á felagnum við at ringja á fartelefonirnar, sum hava fylgjandi nummur:

239600, 239608, 239611, 239614. 239616, 239624 og 239625