Eldur í smáttu

Fyri løtu síðani var eldur í eini smáttu í Vestmanna.

- Sløkkiliðið var boðsent og tað tók einans lítla løtu at sløkkja eldin, sigur sløkkiliðsleiðarin.

 

Hann sigur, at talan er um eina smáttu, sum fólk nýta sum sauna. Hendan hevði millum annað ein ovn í.

 

Sløkkiliðsleiðarin sigur, at alt spældi væl av og eingin mansskaði var. Smáttan er tó illa farin.

 

Enn er ikki greitt, hví eldur kom í smáttuna, men løgreglan er á staðnum og kannar málið.