Mikunáttina hevur onkur sett eld á nakrar kápultrumlur við Fossaverkið í Vestmanna Trumlurnar stóðu undir einum hálvtaki.
Eldurin var ikki meira umfatandi enn so, at starvsfólk sjálv fingu sløkt eldin.
Aftaná fekk poliitið boðini og er farið undir at gera kanningar.
Tað ørkymlaði tey á verkinum, at hetta hendi klokkan trý um náttina, tí tað útilokar næstan, at smábørn hava verið upp á spæl.
Nakrar dagar frammanundan hendi tað sama. Men tað var um kvøldið, og tá varð ikki meira gjørt við málið.