Eldur í Salong McGavin

Allar helst var tað skammlop, sum var orsøkin til, at eldur kom i Salong McGavin um fimm-tíðina seinnapartin Eldurin kyknaði í einum loftsrúmi ovast í bygninginum.

Fólk í einum bygningi nærhendis varnaðust skjótt eldin, og alt fyri eitt varð sagt frá til bæði salongin og til brandstøðina.

- Her vóru einir tveir kundar eftir, og tey fóru sjálvandi út alt fyri eitt, sigur Paula McGavin, sum eigur og rekur salongina.

Hon sigur, at tey nú kanna, hvat er hent, men fyribils bendir á, at talan var um skammlop.

Eigarin av salongini harmast sjálvandi eldsbrunan, men heilt uttan sjálvspeisemi er hon tó ikki.

- Eg má bara siga, at tað er heppið, at eg nú eisini havi salong í SMS. So vit fáa kortini avgreitt sum mest av kundum, sigur Paula McGavin.