Eldur í søguligum húsum

Eini hús í amerikanska býnum Austin fingu stóran skaða av eldi um vikuskiftið. Húsini, sum eru 152 ára gomul, teljast millum tey søguríkastu húsini í statinum Texas, stóðu tóm, tí handverkarar hava arbeitt við at umvæla tey. Sum skilst fingu húsini rættiliga stóran skaða av eldinum, og tað er framvegis eingin, sum veit, hví eldurin kyknaði.

 

Húsini í Austin hava eina serstøðu, tí guvernørurin í Texas, Rick Perry, býr í teimum, men hann og konan vóru ikki heima, nú eldur kom í. Umframt at virka sum bústaður hjá guvernørinum verða húsini ofta brúkt til almennar móttøkur.