Frálíka góða summarveðrið í dag hevur gjørt, at nógv fólk eru savnaði í Vágsbotni, har tey njóta veðrið og friðin á nýggju trappuni og framvið bryggjuni.
Men stutt eftir klokkan 17, varð friðurin eina løtu órógvaður, tá løgreglubilar, sløkkibilar, sjúkrabilar og onnur koma ýlandi á staðið.
Løgreglan hevði fingið fráboðan um, at eldur var í einum ruskílati í Vágsbotni, men sløkkiliðið var skjótt á staðnum og sløkti eldin. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Talan er um aðru ferð upp á nakrar fáa vikur, at eldur er í Vágsbotni. Fyri nøkrum vikum síðani kom eldur nevniliga í ein viðfestivogn hjá RIB62, ið stóð við sølutorgið í Vágsbotni.